Disko fyri børn

Fríggjakvøldið 26. september verður diskotek fyri børn frá kl. 18.00 - 21.00
Tað er ókeypis, men her verður ein sodavatnsbarr, har tey kunnu keypa sær okkurt lekkurt, so kanska lekkurt at hava eitt oyrað oman við.
Vit gleða okkum at dansa saman við tykkum
Byrjar:
26.09.2025 - KL. 18:00
Endar:
26.09.2025 - KL. 21:00
Komandi tiltøk
16
september
2025
Vitjan úr Lettlandi - børn
Í dag fáa vit vitjan úr Lettlandi. Tað koma 8 umboð frá Marup at vitja okkum og forvitnast um, hvat vit gera her. Vit fara at fortelja teimum ymiskt og so fer ANUA eisini at spæla 3 løg fyri teimum á pallinum kl. 16.30 - tit eru sjálvandi vælkomin at vera við til tað:)
Vit vóna at síggja nógv børn,…
17
september
2025
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum
17
september
2025
Húsfundur fyri børn
Hvønn mikudag hava vit húsfund. Tað er tá vit kunna um ymisku tiltøkini, sum eru á skrá og kanska taka onkur praktisk ting upp. Tað er eisini á húsfundinum at børnini hava eitt upplagt høvið at fáa ávirkan á, hvat vit gera í Húsinum. Tey kunnu koma við hugskotum, ynskja sær okkurt til Húsið ella kan…